Skriva út

NCBio ráðstevna - Lívsstílstengdar sjúkur: Ábyrgd og etikkur

mánadagur 11.06.2018, kl. 13:00, Helsinki

Ikki smittandi sjúkur sum hjartasjúkur, heilabløðingar og diabetes typa II verða knýttar at livihátti - og kunnu verða fyribyrgdar og viðgjørdar við broytingum í kosti, umhvørvi og lívsstíli. 

Nordic Committee of Bioetchics - NCBio - skipar í juni fyri ráðstevnu, har ábyrgd og etikkur í sambandi við lívsstílstengdar sjúkur er á skrá. Endamálið er at umrøða hugtakið lívsstílstengdar sjúkur og sambandið við etisku atlitini hjá einstaklingum og samfeløgum í kunning, fyribyrging og viðgerð.

Ráðstevnan er frá 11. juni kl. 13 til 12. juni kl. 15 í Helsinki. Skráin sæst her

Ráðstevnan er ætla granskarum, politikarum og embætisfólkum, vinnuumboðum, heilsustarvsfólkum og annars øllum áhugaðum.

Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Hon fer fram á hesi síðuni
L
uttakarar rinda sjálvir fyri ferð og uppihald.

Súsanna M. Mortensen er føroyskur eygleiðari í NCBio. Samband fæst við hana her