Skriva út

Myndaframsýning hjá Megd

mánadagur 03.12.2018, kl. 15:00, Norðurlandahúsið

MEGD skipar fyri almennum tiltaki á degi teirra, ið bera brek. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum í Føroyum, har serstøk myndaframsýning letur upp 3. desember kl. 15.00. Sjúkrakassagrunnurin hevur stuðlað arbeiðið við hesi framsýningini.

Hvørt ár verður altjóða dagur teirra, ið bera brek hátíðarhildin um allan heim. Endamálið við degnum er at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek. Tað vóru Sameidu Tjóðir, sum ásettu 3. desember at vera dagur teirra, ið bera brek. ST ásetur eisini hvørt ár eitt yvirskipað evni fyri dagin.

Í 2018 er evnið „At geva fólki, ið bera brek, megd og at tryggja inklusjón og javnrætt”.

Skrá fyri dagin:

Vælkomin - Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Røða - Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Visjónin Positive Exposure, Rick Guidotti, myndamaður
Levi Hanusarson letur myndaframsýningina upp 
Kórið Xperiment syngur

Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis :)

Stuðlar eru: Sjúkrakassagrunnurin, Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommuna, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassi, Myndlist, Vónin, KBI og Mentanargrunnur Landsins.