Skriva út

Kunningarfundur um Horizon2020

týsdagur 17.04.2018, kl. 14:30, Jónas Broncks gøta 25, niðasta hæddin

Almennur fundur um Horizon2020 verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25, niðasta hædd, týsdagin 17. apríl kl. 14.30

Á fundinum verður greitt frá um Horizon2020 skipanina og ymsu møguleikarnar at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Víst verður, hvussu umsóknartilgongdin er skipað og hvørjir partar í umsóknini størstur dentur eigur at verða lagdur á.