Skriva út

Kunningarfundur Marie Curie

hósdagur 21.05.2015, kl. 13:10, Havn

Seinnapartin hósdagin 21. mai verður farið ígjøgnum flytføri skipanina, Marie Sklodowska-Curie Actions. Víst verður á, hvussu ph.d skúli kann verða skipaður og hvørjir møguleikar eru hjá einstøkum granskara at søkja stuðul. Maria Húsgarð frá Granskingarráðanum leggur fram. Eisini fer Ólavur Gregersen stjóri á Syntesa at greiða frá sínum royndum við serligum denti á nýggjastu verkætlanina við stuðli úr flytføri skipanini.

Fundurin verður í Havn.