Skriva út

Heini í Skorini leggur fram sína ph.d.-ritgerð

fríggjadagur 24.11.2017, kl. 14:00, Søgu- og Samfelagsdeildin

Komandi fríggjadag tann 24. november leggur Heini í Skorini fram sína ph.h.-ritgerð um samanbrestin ímillum religión øðrumegin og talufrælsi hinumegin. 

Heini arbeiddi í fólkatinginum á Christiansborg í 2005, tá 12 tekningar av profetinum Muhammed tveittu Danmark út í størstu uttanríkispolitisku kreppuna í nýggjari tíð. Og tá hann nøkur ár seinni var í starvsvenjing á donsku sendistovuni í Ísrael, upplivdi hann eisini stórar mótmælisgongur ímóti Danmark og tekningunum í Jyllandspostinum. Kjakið um tekningarnar avdúkaði eisini, at vesturheimurin sjálvur er í tvíningum um, hvar mørkini fyri talufrælsinum skulu vera. Í 2015 lupu yvirgangsmenn á franska satirublaðið Charlie Hebdo og drupu 12 fólk við teirri grundgeving, at blaðið hevði speirikið profetin Muhammed. Eftir álopið fóru alskyns statsleiðarar til París at luttaka á stórari mótmælisgongu til frama fyri talufrælsið.

Men rætturin til at samskifta frítt um átrúnað er sera avmarkaður í nógvum londum kring heimin, serliga í tí muslimska heiminum, men eisini uttanfyri tann muslimska heimin í Asia, Afrika og Suðuramerika. Borgarar, sum finnast at ráðandi átrúnaðarligum virðum, kunnu risikera bót, fongsul, tortur og deyðadóm. Og hóast tey allar flestu evropeisku londini hava strikað lóggávu ímóti blasfemiskari talu, hava tey samtykt lóggávu ímóti haturstalu fyri at verja religiøsar minnilutar.

Seinnu árini hevur samanbresturin ímillum talufrælsið øðrumegin og religiøsar kenslur hinumegin elvt til politiskt stríð í ST. Øðrumegin eru tey londini, sum arbeiða fyri nýggjari altjóða lóggávu ímóti blasfemiskari ella religiónskritiskari talu. Hinumegin eru tey londini, sum halda, at religiónskritikkur er ein mannarættur samsvarandi altjóða lóg. Hetta er eitt stríð um at áseta altjóða mørkini fyri talufrælsinum, tá talan er um átrúnað.

Seinastu trý árini hevur Heini í Skorini fylgt hesum stríðnum í ST, og í summar vardi hann sína ph.d.-ritgerð á King’s College London, Department of War Studies. Hann hevur luttikið á fundum í Geneve og í Saudi Arabia, og hann hevur gjørt samrøður við 25 diplomatar úr USA, Evropa, Afrika, Miðeystri og Suðureysturasia.

Verkætlanin var lutvíst fíggjaður Granskingargrunninum. Sí meira her

Framløgan fríggjadagin kl. 14 verður á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25. Eftir framløguna verður høvið at seta spurningar og fáa ein drekkamunn.