Skriva út

Heimsfarsóttaretikkur – hvat hava Norðurlond lært?

hósdagur 19.05.2022, kl. 12:00, Bergen og á netinum

Í døgunum 19.-20. mai 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Bergen, har tikið verður samanum, hvat vit í Norðurlondum hava lært av COVID-19 alheimsfarsóttini.
Ráðstevnan við enska heitinum “The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries” byggir á eina røð av webinarum, sum NCBio skipaði fyri veturin 2020-21, har roynt varð at lýsa etisku síðurnar av alheimsfarsóttini, og har hugt eisini varð at munum og líkleikum í handfaring og kjaki í Norðurlondunum. Webinarini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá NCBio https://ncbio.org/

Kunning um ráðstevnuna
The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries
19/05/2022-20/05/2022, Bergen, Norra


Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethics-pandemics-lessons-learned-nordic-countries
Til ber eisini at luttaka um netið.