Skriva út

Granskingarráðið á Jobmatch

hósdagur 28.12.2017, kl. 13:00, Básur 39, Norðurlandahúsið

Umhugsar tú at søkja granskingarstuðul, er tað eitt gott hugskot at koma at vitja Granskingarráðið á Jobmatch 2017. Vit vera á bási 39 í Skálanum.

Har vera starvsfólk tøk at vegleiða og geva góð ráð í sambandi við umsóknir og granskingarmøguleikar yvirhøvur. Bíleggur tú tíð frammanundan, ert tú vís/ur í, at sleppa framat.

Vit fara eisini at hava eina framløgu um stuðul til verkætlanir við serligum dent á ph.d.-verkætlanir.

Annars ber altíð til at hitta okkum á skrivstovuni á Bryggjubakka og annars at kunna teg um møguleikar og treytir á www.gransking.fo

Fylg við fyrireikingunum til Jobmatch á jobmatch.fo