Skriva út

Gransking í Føroyum 2017

hósdagur 16.11.2017, kl. 09:00, Klingran, Norðurlandahúsið

Fróðskaparfelagið skipar fyri ráðstevnuni Gransking í Føroyum. Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

Á skránni er tveir høvuðsfyrilestrar, ein røð av styttri framløgum, postara sessión og røður. Síðst á skranni er tiltak kallað Vísindi í verki - Matur og drekka. Her fer Leif Sørensen at hava brellbitar við, Okkara bjóðar smakkiroyndir og framløgu v/ Søren Anholt, og Føroya Bjór bjóðar smakkiroyndir

Høvuðsrøðararnir eru

Lise Lotte Hansen, ph.d. lektari við Aarhus Universitet: "Identifikation af epigenetisk baserede cancer biomarkører"

og

Reid Hole, Dr. Prorektari fyri Forskning og utvikling við Nord Universitet: "Samspill i forskning"

Sí alla skránna her

Ráðstevnan er ókeypis. Við atliti at mati biðja fyrireikararnir luttakarar skráseta seg við at senda teldupost til winny@setur.fo