Skriva út

Bókaframløga: Free Speech, Religion and the United Nations

hósdagur 27.02.2020, kl. 17:00, King's College, Strand Campus , London

Hósdagin 27. februar fer Heini í Skorini at leggja fram bók sína "Free Speech, Religion and the United Nations" á tiltaki á King's College í London.

Tað var forlagið Routledge University Press, sum í september 2019gav bókina hjá Heina í Skorini út. Hon er um spenningarnar ímillum talufrælsið og religión. Bókin fer afturum tann politiska dystin í ST og viðger tað diplomatiska stríðið um at definera innihaldið í altjóða lóg hesum viðvíkjandi. Bókin vísir, hvussu klassisk mannarættinda-hugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis. Bókin er ein dagførd útgáva av ph.d.-ritgerð frá 2017 á King’s College London. Routledge telist millum tey fremstu akademisku forløgini í mun til samfelagsvísindi og altjóða politikk. 

Les meira um framløguna her