Skriva út

Almen framløga av gransking í dagstovnaleiðslu

týsdagur 21.11.2017, kl. 15:00, Námsvísindadeildin

Týsdagin 21. Nov. kl. 15.,00 er almenn framløga á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum av granskingarverkætlanini “Námsfrøðlig Leiðsla í Dagstovnum” (NLD). Tað er Jóhannes Miðskarð, ph.dd og adjunktur í námsfrøðligari leiðslu, ið hevur verið leiðari á verkætlanini, sum fer at halda framløguna.

Áðurgjørd gransking í námsfrøðigligari leiðslu hevur longu gjørt okkum varug við, at tað, sum leiðararnir siga, at teir leggja dent á í sínari námsfrøðiligu leiðslu, er ikki tað sama, sum námsfrøðingarnir siga, at teir uppfata, hvat teirra leiðarar leggja dent á í námsfrøðiligari leiðsluni.

Endamálið við NLD-verkætlanini er at finna útav, hvørji høvuðssløg av ósambærum eru millum dagstovnaleiðaranna uppfatan og námsfrøðinganna uppfatan. Somuleiðis er eitt endamál at viðmæla, hvat kann gerast við ósambærini, soleiðis at børnini í dagstovnunum í Føroyum fáa møguleikar at mennast best møguligt.

Øll eru vælkomin til framløguna. 

Verkætlanin er lutvíst fíggjað úr Granskinagrgrunninum. Les meira her

Myndin er tilvildarlig - (c) sandoyggin.fo