Skriva út

Ph.d.-lestur

Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (doktari í filosofi). Hetta er vanliga ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv á einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Tað ber til at søkja um at verða innskrivað/ur til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Reglur um  ph.d.-útbúgving í Føroyum eru ásettur í kunngerð. Í øðrum londum kann eisini vera talan um eina 4 ára útbúgving, tá er kandidatparturin við í ph.d. partinum.

Granskingarráðið brúkar fittan part av árligu játtanini í Granskingargrunnin til at stuðla ph.d.-verkætlanum. Talan er um fullan ella lutvísan stuðul. Granskingarráðið stuðlar bæði ph.d.-verkætlanum í Føroyum og uttanlands. 

Hvar ber til at søkja sær ráð?
Neyðugt er at hugsa um bæði fakliga, fíggjarliga og sosiala partin, áðrenn farið verður undir ph.d.-lestur.

Í fakliga partinum eigur ein at seta seg í samband við leiðsluna ella ein viðkomandi granskara á Fróðskaparsetrinum ella einum av hinum granskingarstovnunum í Føroyum. Tað er skilagott at hava samband við føroyska granskingarumhvørvið, eisini um farið verður undir ph.d.-arbeiði uttanlands.

Í fíggjarliga partinum er møguleiki at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Er evnið innan fiskivinnu ber eisini til at søkja stuðul frá Fiskivinnuroyndum. Oftast er lættari at fáa til vegar neyðugu fíggingina, um søkt verður fleiri staðni.

Í sosiala partinum eigur ein at hugsa um, hvat granskingarumhvørvi er best at knýta seg at. Tað er ráðiligt at spyrja seg fyri á granskingarstovnunum og hjá øðrum ph.d.-lesandi. Til dømis hjá Fróðskaparfelagnum, sum er áhugafelag fyri føroyskar granskarar og granskingaráhugað.