Skriva út

OECD skilmarking

OECD lýsir gransking og menningararbeiði (G&M) sum "virksemi við originalum burði, innt á skipaðan hátt til at økja grunnin av vitan og til at nýta hesa vitan til at finna nýtt brúk". G&M umfatar:

Grundgransking - er royniligt og ástøðiligt virksemi, ið fyrst og fremst verður innt til at fáa nýggja vitan til vegar um grundarlagið undir fyribrigdum og eygleiðingum uttan at hava serskild praktisk mál ella nýtslur fyri eygað.

Nýtt gransking - er virksemi við originalum burði til at finna nýggja vitan, ið fyrst og fremst er ætlað til praktisk endamál og nýtslur.

Menningararbeiði - er skipað arbeiði ið nýtir kendan kunnleika, og miðjar ímóti at framleiða nýtt tilfar, vørur og lutir, at innføra nýggjar tilgongdir, skipanir ella tænastur ellar bøta tær, ið finnast.

Allýsingarnar hava týdning í hagtalsarbeiðinum, men í granskingarpolitiskum høpi kunna tær tykjast heldur fábroyttar. Á granskingarstovum og í vinnuni verða í roynd og veru nógvar uppgávur loystar í samanrenning millum nýtta gransking og menningararbeiði. Bæði á universitetunum og í vinnulívinum er eisini ein nøgd av uppgávum, ið eru at finna í útjaðaranum av G&M-hugtakinum (ymisk sløg av útgreining, royndarvirksemi og nýskapanartiltøkum). Gevið gætur, at OECD lýsir grundgransking sum gransking, ið ikki miðjar ímóti ávísari nýtslu ella brúki. Tá samanum kemur, er tað lítið skilagott at seta avgjørd mørk millum gransking av hesum slagi og miðvísa, strategiska gransking av langskygdum slagi. Tey mest týðandi eyðkennini við grundgranskingini eru ikki fyrst og fremst at hon er granskaranna egna tiltak ella ikki skal nýtast, men at hon er langskygd, grundleggjandi og at hon miðjar ímóti at víðka vitanargrundarlagið innan fakliga økið.

Nýskapan er eitt hugtak, ið ofta er knýtt at virksemi í vinnulívinum, men tað kann nýtast á flestu samfelagsøkjum. Við nýskapan verður ofta hugsað um:

- at endurnýggja og víðka vøru- og tænastuútboðið
- fáa til vegar nýggjar framleiðsluhættir, veitanir, marknaðarføring og útbreiðslu
- endurnýgging í leiðslu, skipan, arbeiðsviðurskiftum og førleika hjá starvsfólki.

Nýskapan kann væl fara fram uttan gransking og menning, men G&M er tó ofta - beinleiðis ella óbeinleiðis - ein samrunnin partur av nýskapanartilgongdini.

Við eini nýskapanarskipan verður hugsað um tað netverkið av luttakandi, ið er við til at menna nýskapanarevn