Skriva út

Fyrilestraryvirlit

Yvirlitið við fyrilestrum er skipað eftir stovnum, síðani eftir fornavni á fyrilestrarhaldara, í bókstavarøð.

Slóðað verður til Heilagrunnin, har til ber at finna teldupost og aðrar upplýsingar um fyrilestrarhaldaran. Trýst á navnið, so kemur skrásetingin í Heilagrunninum fram. Saknar tú onkran ávísan á yvirlitinum niðanfyri, kanst tú eisini leita eftir viðkomandi í Heilagrunninum.
 

Stovnur/fyrilestrarhaldari  Heiti/Evni

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Jónrit Halling  
Maria Skaalum Petersen  
Pál Weihe  

Fiskaaling
Jonhard Eysturskarð - Kollagen
Knud Simonsen - Rákið í sundunum - ein framtíðar orkuveitari
Petra E. Petersen - Ílegukanningar av landgruns- og bankatoski

Fróðskaparsetrið - Føroyamálsdeildin
Malan Marnersdóttir - Kvinnur og kvæði. Hvussu kvæði eru við til at áseta, hvat ein kvinna er.
- Kvæði eftir Sjóvarbóndan yngra, Jens Hendrik Djurhuus. Hann hevur verið lýstur sum minni dugnaligur yrkjari enn faðirin, Jens Chr. Djurhuus. Tað setur fyrilesturin spurnartekin við.
- William Heinesen á føroyskum. Týðingarnar av verkum William Heinesens eru frálíkt føroyskt mál, men tað er framvegis alneyðugt at lesa William Heinesen á donskum.
- Súsanna Helena Patursson - undangongukvinnan í føroyskum bókmentum og í føroyskari kvinnurørslu.
- Johanna Maria Skylv Hansen lív og virki. Johanna Maria Skylv Hansen var rithøvundur.

Fróðskaparsetrið - Náttúruvísindadeildin
Eyðfinn Magnussen - Føroyabanki - eitt vakstrarparadís hjá fiski
- Føðin hjá toskinum á Føroyabanka
- Evolutión - Um læruna hjá Darwini í undirvísingini
- Ávirkan av fiskiskapi á vistskipanir í havinum
- Føroyski gráspurvin
- Hvaðani kemur føroyska músin upprunaliga frá?
Svein-Ole Mikalsen - DNA sequencing and human health
- DNA sequencing of humans: Ethical questions and problems

Fróðskaparsetrið - Søgu- og Samfelagsdeildin
Hans Andrias Sølvará - Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimskríggi
- Sjálvstýrisstríð undir seinna heimskríggi
- Fólkaatkvøðan í 1946
- Donsk-føroysk viðurskifti undir heimastýrislógin
- Klaksvíkar søga
- Menningarlæran og ID í vísindaástøðiligum høpi
- Kritisk-vísindaliga bíbliugranskingin
- Føroysk kirkjusøga í norðurlendskum høpi

Havstovan
Bergur Olsen  - Sjófuglur
- Teljing av lomviga og ritu um alt landið
- Lundakanningar
- Fuglaveiða
Gunnvør á Norði - Aling og umhvørvi
Hjálmar Hátún  - Havumhvørvi og vistskipanir
Jan Arge Jacobsen - Uppsjóvarfiskur við Føroyar - makrelur, sild og svartkjaftur (undir einum ella við denti á eitt av sløgunum)
Kirstin Eliasen - Vistfrøðiligur týdningur av nebbasild
Lise Helen Ofstad - Havtaska
Petur Steingrund - Toskur (alment, merkingar, stovnsmetingar - undir einum ella við denti á eitt av evnunum)
- Magakanningar av toski, hýsu og upsa.
- Vistskipan á Landgrunninum

Jarðfeingi
Heri Ziska
- Kolvetnis skipan. Source/reservoir/maturity/timing
- Oljuleiting. Hvussu leitar man.
- Oljuleiting í Føroyum. Hvat er hent síðan vit byrjaðu
- Vánir fyri at finna olju í Føroyum
- Oljuleiting í basalt umhvørvi. Serlig atlit - maturity/ goymslueginleikar o.s.fr.
- Rifting. Ein ella tvær rift's - hvussu hevur basalt spjatt seg út um føroyska øki
Jana Ólavsdóttir - Royðugrýti. Sedimentir og sedimentatión í føroysku jarðfrøðini
- Føroyar fyri 50 mill. ár síðan. Umhvørvið tá...hvussu sá tað út her
- Øðrvísi goymslugrýtið
Kári Mortensen - Orkurensl í Føroyum
- Jarðhiti. Tekniskt: grundvatn, hvør er hesin hitin (sólorka), hvussu ger man o.s.fr.
- Økonomi í varðandi orku. Jarðhiti, hitapumpur o.s.fr.. Hvør er økonomiin
- Pump to storage
- Elektrificering
- Hitapumpur í Føroyum. Royndir o.s.fr.
- Vindorka. møguleikar (Slag, stað), PST, Battarí o.s.fr.
Lis E. Mortensen
- Erosión í haganum. Hvat sær tú hvar
- Havið máar av føstu helluni. Hvat hendir og hvussu skjótt gongur hetta
- Eitt fleiri túsund ára gamalt berglop á Stigafjalli
- Tekin um ístíð á einstøku oyggjunum, Áhugaverð útferðarstøð
- Berglopið í Kalsoynni 1953. Nýtt um berglopið og lokalu tsunami hendingina
Uni Árting
- Eyðjafjallajøkul
- Gos og gosfjøll. Hvat hendir, smelting í kappanum o.s.fr.
- Geokemi. Hvussu kannar tú tað, hvar sær tú, o.s.fr.
- Grót og steinsløg (í Føroyum)
- Náttúruvísindi. Vísindaástøði: hvat er hypotesa, teori o.s.fr.
Uni Kárason Petersen 
- Hvat er seismikkur. Innsavnan, hvussu viðger man seismikkin, hvar sær man / geologi / tulking
- Seismikkur í basalt
Uni P/Uni Á - Jarðskjálvtar. Føroysku mátararnir. Hvat er ein jarðskjálvti?
Onnur uppskot
- Føroysk Jarðfrøði. Fláaskipan o.s.fr.
- Jarðfrøðiligt arbeiðið í Føroyum. Frá Jóannes Rasmussen (og fyrr) til satelittmyndir o.s.fr.
- Kol / kolavinna. Bæði jarðfrøðiliga og vinnuliga
- Datering. Hvussu daterar man og hvørjar eru óvissurnar
- Magnetisma. Hvat er tað, hvat kunna vit nýta tað til o.s.fr.
- Ístíð. Hvussu lá ísurin, hvussu flutti hann seg o.s.fr.
- Boring eftir olju. Trygd o.s.fr.
- Hví eru ongi djórafossil í Føroyum
- Judd - lægdin - hvat hendi

Orðafragd
Marjun Arge Simonsen - At orða seg og at miðla
- Føroyskt frøðimál
- Staðarnøvn