Skriva út

Finn ein fyrilestur

Vit eiga nógvar granskarar í Føroyum, sum vita eina rúgvu um nógv ymisk viðurskifti. Hesir granskarar siga øðrum frá um sína gransking við at geva út bøkur, greinar, postarar og frágreiðingar. Teir undirvísa eisini á Fróðskaparsetrinum ella á øðrum lærustovnum og halda fyrilestrar bæði fyri øðrum granskarum og fyri almenningi.

Hevur títt felag, virki ella stovnur brúk fyri einum ella fleiri innleggum til ein aðalfund, nevndarfund, skeið, temadag, starvsfólkadag ella annað, er ein møguleiki at fáa ein granskara at halda ein fyrilestur fyri tykkum. Flestu granskarar eru vanir at halda fyrilestrar fyri almenningi og til ymisk høvi. Tit kunnu fáa ítøkiliga vitan um eitt ávíst evni, íblástur til framhaldandi arbeiði, upplegg til kjak ella... Ja møguleikarnir eru nógvir.

Ein fyrilestur er vanliga 30-45 min. umframt tíð til spurningar og kjak. Er talan um panelorðaskifti má roknast við 5-15 min. fyri hvørt innlegg, alt eftir talið á luttakarum, og góða tíð til kjak aftaná.

Í vinstra bredda er eitt yvirlit við ymiskum fyrilestrum, sum fólk hava játtað at kunna halda, treytað av, at hetta verður avtalað í góðari tíð frammanundan og at tað passar við kalendaran annars.

Samsýning

Um ikki annað verður avtalað, skal fyrilestrarhaldarin hava eina rímiliga samsýning fyri sín fyrilestur. Tað er givið, at áhugafelagið við 15-20 áhoyrarum, ikki hevur orku at rinda tað sama sum ein almennur stovnur ella eitt privat virki. Taksturin hjá Fróðskaparsetrinum fyri fyrilestrar hevur í fleiri ár verið kr. 2.000. Hetta verður mett at vera heldur ríkiligt, um talan er um lítið felag, men alt ov lágt, um talan er um professionellan fyrilestur á tiltaki hjá einum stovni ella virki. Hvussu ein fyrilestur verður samsýntur, er altíð eftir avtalu millum tann, sum bíleggur, og fyrilestrarhaldaran.

Uttan mun til samsýningina, er tað góður siður at rinda fyrilestrarhaldara fyri útreiðslur í sambandi við tiltakið, t.d. fyri ferðing, mat og tilfar.

Onnur mið

Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið skipaðu í mong ár regluliga fyri almennum fyrilestrum. Á snar.fo eru fyrilestrarnir, sum vóru sjónvarpaðir undir heitinum Speki, savnaðir. Fleiri fyrilestrar hava eisini verið hildnir fyri Granskinagrráðið á Vísindavøkunum og á Vísindavøku á ferð seinastu árini. Her er helst eisini møguligt at finna onkran fyrilestrarhaldara, um okkurt evni saknast í yvirlitinum.