Skriva út

Tilfeingi

Tað finst ein ørgrynna av tilfari og kunning um føroyska gransking og um evni, sum hava týdning og áhuga fyri gransking í Føroyum. Vit hava savnað og skipað nakað av hesum tilfari vinstrumegin.

Í Heilagrunninum eru skrásettir flestallir føroyskir granskarar úti og heima og útlendskir granskarar, sum arbeiða í Føroyum.

Í Stuðulsyvirlitinum eru skrásettar allar verkætlanir stuðlaðar av Granskingargrunninum síðani 2001 og allar granskingarverðkætlanir stuðlaðar av Sjúkrakassagrunninum síðani 2014.

Eisini eru søvn við ph.d.ritgerðum og øðrum vísindaligum tilfari, tilfar frá Vísindavøkunum og annað.

Umframt hetta eru evnissíður við almennari kunning um gransking, um Open Access og annað og hentar slóðir, ið eru skipaðar landafrøðiliga, evnisliga og í málbólkar.

Saknast okkurt tilfar, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo