Skriva út
Lagt út: 06.12.2023

Gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi

Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi.

Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Tilsamans 15,7 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi í 2023-2026.