Skriva út
Lagt út: 08.09.2022

Stuðul til gransking á arbeiðsmarknaðarøkinum

Granskingarráðið lýsir við stuðli til granskingarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Yvirskipað skulu verkætlanir, sum fáa stuðul, gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Talan kann verða um gransking, ið fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, eins og talan kann vera um gransking í viðurskiftum, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísari vinnu ella á ávísum starvsøki.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Bert granskarar, sum eru starvssettir á ella samstarva við granskingarstovnar í Føroyum kunnu søkja um stuðul. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing og ráðstevnuluttøku.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2023, kl. 12.00 (á middegi) føroyska tíð.

Stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn og
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og viðkomandi stovnar/felagsskapir
- altjóða samstarvi og flytføri

Tað er krav, at:

- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum.

Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan úr Granskingargrunninum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr. til granskingarverkætlanir, ella 1,5 mió. kr. til ph.d.-verkætlanir.

Upp til í mesta lagi 2,5 mió. kr. eru tøkar til stuðul í 2023.

Vinarliga les krøv og vegleiðing í skjalinum Terms of reference, áðrenn umsóknin verður send.

Umsóknir um stuðul úr stuðulsskipanini skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðul verður søktur til. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í nevndini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.

Mælt verður umsøkjara til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknina.

Hendan lýsingin og Terms of reference kunnu verða broytt upp til seks vikur undan umsóknarfreistini. Um lýsingin verður broytt, verður tað fráboðað her.

Almannakunngjørt 8. september 2022