Skriva út

Umsókn um stuðul til gransking

Umsókn um stuðul skal skrivast á serligt oyðublað, sí niðanfyri. Nøkur formlig krøv skulu uppfyllast, les tey her

Umsóknarblaðið við kravdum fylgiskjølum skal sendast í telduposti til gransking@gransking.fo í eini (1) samlaðari PDF-fílu. Til ber at brúka ókeypis forrit á internetinum til at savna fleri pdf skjøl í eitt. 

Umsóknarblaðið skal undirskrivast av ábyrgdarhava (stovnsleiðara/stjóra) og verkætlanarleiðara (ph.d.studenti, granskara, vegleiðara).

Umsóknin skal latast inn rættstundis, annars verður hon ikki viðgjørd. Ófullfíggjaðar umsóknir kunnu verða avvístar.

Viðgerðartíðin er umleið 3 mánaðir.Umsóknin skal skrivast á donskum, norskum ella enskum máli.  Les meira um mál og um metingarmannagongdina her.

Les vegleiðingarnar gjølla, tá ið umsóknarblaðið skal fyllast út. 

Lýsing 2017

Formlig krøv til umsóknir

Vegleiðing

Umsóknarblað 

Dømi fíggjarætlan fyri ph.d. verkætlan Lønartalva 1.10.2016

Hetta er dømi fyri fólk, sum ætla at verða innskrivað til ph.d.lestur í Føroyum, Danmark og aðrastaðni, har løn verður útgoldin um skattaskipanina. Fyri tey, sum umhugsa at verða innskrivað við universitet í Bretlandi, USA og aðrastaðni, har løn verður útgoldin sum stuðul, eru aðrar reglur galdandi. Set teg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa nærri upplýsingar um hetta: gransking@gransking.fo