Skriva út

Stuðulsumsiting

Umsiting og sáttmáli

Ein sáttmáli skal undirskrivast millum móttakaran og Granskingarráðið, har treytir fyri stuðlinum eru ásettar. Um týðandi broytingar henda í mun til uppruna ætlanina, skal verða boðað Granskingarráðnum frá, áðrenn farið verður at nýta av játtanini við hesum broyttu fortreytum. Tey, sum fáa játtað stuðul, hava skyldu til at boða Granskingarráðnum frá, nær tey fara undir verkætlanina og hvagar peningurin skal flytast.

Peningurin verður goldin út einaferð um árið, fyrstu ferð tá verkætlanin byrjar.

15% av játtanini verður afturhildin til endalig uppgerð og frágreiðing er móttikin. Fyri Ph.D. verkætlanir, har játtanin fevnir um fleiri útgjaldingar, er hetta bert galdandi fyri útgjaldið seinasta árið.

Uppgerð og frágreiðing

Um verkætlanin fevnir um fleiri ár, er tað m.a. skylda hjá stuðulsmóttakarum at lata inn ársuppgerð og ávegis frágreiðing um gongdina í verkætlanini. Uppgerðin skal verða latin inn í seinasta lagi 1. mars fyri undanfarna fíggjarár. Ávegis gjald fyri komandi árið verður útgoldið, tá ársuppgerðin og ávegis frágreiðingin er móttikin og góðkend. Er talan um ph.d.verkætlan, skulu avrit av ávegis metingum sendast Granskinagrráðnum, so hvørt tær eru góðkendar av universitetinum.

Endalig uppgerð og frágreiðing skal latast inn í seinasta lagi 3 mánaðir eftir at verkætlanin er liðug. Seinasti parturin av játtaða stuðlinum verður afturhildin, til endaliga uppgerðin er móttikin og góðkend.

Oyðublað til ársuppgerð og ávegis frágreiðing

Oyðublað til endaliga frágreiðing

Bæði oyðubløðini eru á enskum, men til ber at skriva endaligu frágreiðingina á føroyskum.