Skriva út

Stuðulsmøguleikar

Tað ber til at søkja Granskingarráðið um fíggjarligan stuðul til fleiri sløg av verkætlanum. Eisini ber til at fáa ráð og vegleiðing til okkara stuðulsskipanir og til ymsar spurningar í sambandi við granskingarverkætlanir sum heild.

Stuðul til gransking úr Granskingargrunninum

Eina ferð um árið, 15. februar, ber til at søkja stuðul til granskingarverkætlanir, sum kunnu vera styttri og longri. Opið er fyri øllum fakøkjum. Verkætlanarleiðarin, sum er tann sum søkir, skal í minsta lagi hava eina kandidatútbúgving. Søkjast skal saman við stovni ella virki. Stuðul kann latast til løn samsvarandi galdandi sáttmálum, til rakstrarútreiðslur og til rakstrargjøld. 

Granskingargrunnurin fær árliga játtan á fíggjarlógini at lata til stuðul, í 2017 er játtanin 7,5 mill. kr.

Les meira um Granskingargrunnin her

Stuðul til heilsugransking og onnur heilsumennnadi átøk úr Sjúkrakassagrunninum

Eisini ber til at søkja stuðul til átøk og verkætlanir. Í løtuni ber til at søkja á tveimum økjum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg kunnu søkja. Her er eingin umsóknarfreist. Frá Høvuðsøki 2 ber til at fáa stuðul til gransking á ávísum økjum á heilsuøkinum. Krøvini eru sera lík teimum, sum verða sett til stuðul úr Granskingargrunninum. Onkur munur er tó: Allur stuðul, sum fæst úr Sjúkrakassagrunninum, skal brúkast í Føroyum. Lýst verður, nær til ber at søkja aftur.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

Stuðul til vísindaligar útgávur

Stuðul kann latast til javnlíkamettar vísindaligar útgávur. Tað er serliga til bøkur og til greinar, sum verða almannakunngjørdar í Open Access tíðarritum. Til bøkur kann stuðlast við upp til einum triðingi av prentkostnaðinum og til greinar, upp til kr. 8.000.  Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum. 

Les meira um útgávustuðul her

Stuðul til at skriva Horixzon 2020 umsóknir

Fyritøkur og stovnar, sum søkja stuðul frá Horizon 2020, kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til endurrindan av pørtum av útreiðslunum, sum tey hava av umsóknararbeiðinum. Stuðulin er í mesta lagi kr. 35.000 og kann latast til umsóknir, har tað eru fleiri partar við í umsóknini. 

Les meira um H2020 stuðul her

Vinnugransking

Í næstum fer at bera til at søkja stuðul til vinnugransking úr skipan, sum verður stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevur fingið úr Minningargrunninnum hjá Dánjali Niclasen. Meira kunning kemur seinni.

Ráð og vegleiðing

Tað ber til at biðja um ráð og vegleiðing til omanfyri nevndu stuðulsskipanir frá Granskingarráðnum. Tað ber eisini til at biðja um eitt óbindandi prát um hugskot til verkætlanir ella um møguleikar á granskingarøkinum. Ring,skriva ella støkk inn á gólvið hjá okkum. Starvsfólkayvirlitið sæst her