Skriva út

Ofta Spurt

Hvat ber til at fáa stuðul til?
Ársins lýsing ásetir, hvat slag av gransking, ið stuðul kann latast til.
Til ber at søkja stuðul til løn og rakstrarútreiðslur fyri eina granskingarverkætlan. Les meira í umsóknarblaðnum og vegleiðingini um, hvørjar útreiðslur stuðul kann latast til. Eisini er eitt dømi um fíggjarætlan fyri eina ph.d.verkætlan, sum tú kanst brúka at miðja teg eftir á somu síðu. Les meira her

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ringja til +298 567800

Hvør kann søkja stuðul til gransking?
Bæði stovnar og einstaklingar, sum hava eitt hugskot til eina granskingarverkætlan, kunnu prinsipielt søkja, men tann, sum skal gera arbeiðið skal hava skjalprógvaðan granskingarførleika og gjarna eisini granskingarroyndir. Umsøkjari skal í minsta lagi hava kandidatútbúgving frá universiteti fyri at hava formligan granskingarførleika..

Til hvørja umsókn krevja vit bæði eitt ábyrgdarfólk frá einum granskingarstovni/virki e.l. og ein verkætlanarleiðara. Tann fyrri er ofta stjóri ella granskingarleiðari á einum stovni, tann seinni er oftast granskarin, sum skal gera arbeiðið, ella vegleiðarin hjá tí ph.d.lesandi, sum skal gera arbeiðið.

Ber til at fáa alla verkætlanina fíggjaða við stuðli úr Granskingargrunninum?
Nei, kravt verður, at í minsta lagi 1/3 av verkætlanini verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Um talan er um vinnuverkætlanir er kravið 1/2 fíggjað av øðrum. Hendan fíggingin kann vera frá starvsstaðnum hjá umsøkjaranum ella frá øðrum stuðulskeldum.

Hvussu nógvan stuðul ber til at fáa?
Tað ber í mesta lagi til at søkja um 2/3 av fíggjartørvinum til verkætlanina. Minsta upphæddin sum verður latin er kr. 80.000. Størstu upphæddirnar, sum verða latnar, fara til ph.d. verkætlanir. Hesar játtanir eru upp til uml. 1,2 mió. kr. Árliga játtanin til Granskingargrunnin er kr. 7.500.000 (2017) og við hesum verður stuðul játtaðar til 8-12 verkætlanir. Yvirlit yvir játtanir undanfarin ár sæst her.

Hvat er ein ph.d.verkætlan?
Ein ph.d.verkætlan er ein granskaraútbúgving, oftast 3 ára fulltíðar arbeiði. Í Føroyum, Danmark og aðra staðni verða ph.d.studentar settir í starv á einum stovni/virki og fáa løn fyri sítt arbeiði. Í Stóra Bretlandi, USA og aðra staðni eru ph.d.verkætlanir skipaðaðar soleiðis, at ph.d.studenturin fær stuðul heldur enn løn. Les meira um hvat ph.d. er her.

Ber til at fáa stuðul til part av lesnaðinum til Bachelor ella Master, um ætlanin er at halda fram til ph.d. seinni?
Tað ber ikki til at fáa stuðul til Bachelor ella Master lesnað. Stuðul verður latin til granskingararbeiðið eftir lokna kandidatútbúgving, tað er aftaná Master, cand.mag., cand.scient e.l. Møguligt undantak er tó, har Master parturin er ein samantvinnaður partur av ph.d.verkætlanini. Tá ber til at fáa stuðul til síðsti 3 árini av ph.d.verkætlanini.

Ber til at fáa stuðul til ferðing og luttøkugjøld til ráðstevnur og skeið?
Tað ber bara til at fáa stuðul til útreiðslur, sum eru partur av eini granskingarverkætlan, t.d. eini ph.d.verkætlan.

Ber til at fáa nakað av stuðli úr Granskingargrunninum og byrja at arbeiða við hesum stuðlinum, meðan leitað verður eftir meira fígging?
Nei, tað ber ikki til at byrja við stuðli úr Granskingargrunninum, meðan leitað verður eftir øðrum stuðli. Ofta skal søkjast og bíðast eftir svari frá fleiri stuðulskeldum, hesar hava ikki altíð somu umsóknar- og svarfreist. Tað ber tí til at søkja og fáa játtað stuðul úr Granskingargrunninum, uttan at hava hin stuðulin játtaðan frammanundan. Tað er hinvegin eitt krav, tá játtan fæst úr Granskingargrunninum, at formlig tilsøgn er fyri allari fíggingini til verkætlanina, áðrenn fyrsti stuðulin kann rindast móttakaranum.

Ber til at fáa stuðul til eina verkætlan, t.d. ph.d., um hendan er byrjað, áðrenn søkt verður um stuðul?
Ja, tað er møguligt at søkja stuðul til ph.d.lesnað, hóast hesin er byrjaður, áðrenn umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum er úti. Tað ber tó bert til at fáa stuðul til tað arbeiðið, sum verður gjørt aftaná at játtan er fingin úr Granskingargrunninum.

Nær slepst í gongd við eina játtan frá Granskingargrunninum?
Tað ber til at fara í gongd við arbeiðið við játtan úr Granskingargrunninum so skjótt játtanarbrævið er móttikið. Hetta vil vera umleið 3 mánaðir eftir at árliga umsóknarfreistin er farin. Fyrst skal tó ein sáttmáli gerast millum partarnar. Hesin kann verða gjørdur, so skjótt greiða er fingin á allari fíggingini.

Hvørji granskingarøkir/evni ber til at fáa stuðul til?
Tað ber til at fáa stuðul til gransking á øllum økjum. Talan er um ein grunn, har hugskotini og verkætlanirnar koma frá granskarunum sjálvum (bottom up), og granskingarnevndin síðani tekur støðu útfrá fakligari og samfelagsligari meting.

Hví skulu umsóknirnar skrivast á enskum, donskum ella norskum heldur enn føroyskum?
Tí tær verða sendar til uttanhýsis fakliga meting. Les meira her.

Hvat meinast við, tá sagt verður, at umsóknir skulu lúka ávís formlig fyri at koma til viðgerðar?
Formligu krøvini eru praktisk krøv, sum treytaleyst skulu lúkast, áðrenn umsóknin fær nakra fakliga viðgerð.
Formligu krøvini eru:
- Umsóknin skal skrivast á okkara umsóknarblað
- Fylgiskjølini nevnd í vegleiðingini skulu øll vera við, tá umsóknin verður latin inn
- Umsóknarblað við fylgiskjølum skulu savnast í 1 PDF skjal, evt. kann slóð leggjast til tilfar, sum ikki er pláss fyri at leggja við
- Umsóknin skal sendast við telduposti til gransking@gransking.fo og skal vera Granskingarráðnum í hendi í seinasta lagi 15.2. kl. 12 føroyska tíð
Lýkur ein umsókn ikki hesi krøvini, verður hon avvíst. Søkjast kann av nýggjum næstu ferð freist er.

Hví skal umsóknin sendast í einum samlaðum PDF skjali?
Fyri at gera arbeiðið so einfalt sum gjørligt hjá okkum og metingarfólkunum, sum vit senda umsóknirnar til. Vit meta tað hava stóran týdning, at umsøkjarin sjálvur tryggjar, at tað tilfarið, sum skal metast, er samlað í einari fílu. Tá kunnu tað ikki standast ivamál av, hvørt vit og metingarfólkini hava havt møguleika at sæð alt tað innsenda tilfarið. Eisini er tað fyri bara at hava eitt slag av fílum, so sleppast kann undan trupulleikum av manglandi forritum og lesarum.

Hvussu fái eg øll skjølini savnað í eina PDF fílu?
Í flestu forritum, t.d. Word og Excel, ber til at velja at goyma skjøl sum PDF fílur. Hetta skal gerast, tá skjalið er endaliga liðugt. Eisini ber til at skanna skjøl og goyma tey sum PDF fílur. Savna ymsu PDF skjølini í eina mappu á telduni. Tá alt tilfarið er klárt, ber til at finna ókeypis forrit á internetinum, har PDF fílur kunnu savnast í eina fílu.

Ber til at søkja um meira stuðul til somu verkætlan?
Ein játtan verður prinsipielt latin sum ein stuðulsjáttan og tí hevur móttakarin ikki rætt til at fáa eyka stuðul, um so er at verkætlanin kemur í fíggjarneyð av onkrari orsøk. Í serligum føri ber tað til at søkja um eitt ískoyti til at gera ph.d.verkætlanir lidnar. Tá krevst ein vælgrundað umsókn við váttan um, at tað fer at bera til at gera seg lidna við tí eyka stuðlinum, sum søkt verður um, saman við møguligum stuðli frá granskinagrstovninum. Talan kann í slíkum føri einans vera um stuðul til løn, í mesta lagi 3 mánaðir

Ber til at søkja Granskingargrunnin um ískoyti til verkætlan, fíggjað av øðrum?
Tað ber til at søkja stuðul úr Granskingargrunninum til partar av eini verkætlan, eitt nú síðsta árið av eini ph.d.verkætlan. Men er talan um ískoyti til eina verkætlan, sum hevur verið fult fíggjað, men er komin í fíggjarneyð, játtar Granskingargrunnurin ikki til ískoyti. Í staðin verður víst til teir partar, sum hava fíggjað verkætlanina.