Skriva út

Stutt vegleiðing til at søkja stuðul frá Granskingarráðnum

1. Kanna, hvat tú kanst søkja stuðul til.

2. Kanna, nær umsóknarfreistin er ella um umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

3. Kanna krøv og les vegleiðing og unsóknarblað

4. Savna saman kravda tilfarið, spyr teg um neyðugt fyri hjá Granskingarráðnm

5. Fyll út umsóknarblaðið og kannað, at øll kravd fylgiskjøl eru við. Í summum førum ber til at fáa viðmerkingar til eina kladdu til umsókn, áðrenn hon verður latin endaliga inn, sí niðanfyri.

7. Undirskriva og send umsóknina við telduposti til gransking@gransking.fo

Stuðul til gransking

Um tú vilt søkja stuðul til gransking, skalt tú í minsta lagi hava kandidatútbúgving. Umsóknarfreistin eina ferð um árið, 15. februar kl. 12. Til ber at søkja stuðul til øll granskinagrøkir. Tú mást søkja saman við einum stovni ella virki. Ætlar tú at granska uttanfyri Føroyar, so verður mælt til um møguligt at gera hetta í samstarvi við ein føroyskan stovn ella virki. Mælt verður øllum umsøkjarum til at ringja ella skriva til Granskingarráðið fyri at umrøða krøv og møguleikar, í øllum fyrstu ferð tú roynir. Tú kanst lesa meira um krøv og finna vegleiðing og umsóknarblað her

Stuðul til gransking á heilsuøkinum

Um tú vilt søkja stuðul til gransking á heilsuøkinum, so er ein serligur møguleiki á nøkrum ávísum raðfestum økjum. Í løtuni eru tey Krabbamein og Hjartasjúkur. Tú skalt í minsta lagi hava kandidatútbúgving fyri at kunna søkja. Umsóknarfreist er eina ferð um árið, væntandi verður næsta freist 1. september kl. 12. Krøvini líkjast teimum til Stuðul til gransking, men onkrir munir eru. Serliga er tað at tað bert ber til at fáa stuðul til arbeiði í Føroyum. Tú kanst lesa meira um krøv og finna vegleiðing og umsóknarblað her

Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum

Um tú vilt søkja stuðul til at skipa fyri einum tiltak, gera kunningartilfar, gera eina kanning ella líknandi á heilsuøkinum, so ber til at søkja stuðul til hetta, um so er, at tú søkir saman við einum felagi, sum lýkur treytirnar fyri at kunna søkja. Føroysk feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja. Stovnar, virkir og einstaklingar kunnu ikki søkja. Tað er leypandi umsóknarfreist. Tað eru ásettar nærri reglur um, hvat stuðul kann latast til og hvussu nógv ber til at fáa. Tað eru eingi beinleiðis faklig krøv til umsøkjaran, uttan so, at tá talan er um kanningarverkætlan, so skal ein fakliga skikkaður vegleiðari verða knýttur at verkætlanini. Les meira her 

Stuðul til vísindaligar útgávur

Um ein grein hjá tær verður almannakunngjørd í einum vísindaligum tíðarriti við javnlíkameting, so kanst tú søkja um stuðul til útgávukostnaðin. Stuðulsupphæddin kann í mesta lagi verða kr. 8.000. Tú kanst eisini søkja stuðul til útreiðslur i sambandi við javnlíkametta bókaútgávu, t.d. av ph.d.ritgerð, ráðstevnuriti ella líknandi. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Les meira her

Stuðul til at skriva umsóknir til Horizon 2020

Um tú sendir eina umsókn um stuðul til Horizon 2020, so er í summum førum møguligt at fáa stuðul upp til kr. 35.000 til at endurrinda útreiðslur, sum tú hevur havt í sambandi við at gera umsóknina. Tað ber til at fáa stuðul til umsóknir, tá ið fleiri partar luttaka í umsóknini, tað vil t.d. siga umsóknir á økjunum Societal Challenges og ERC, Stuðul verður ikki latin til einstaklinga umsóknir sum SME instruments og Individual Fellowship. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Les meira her