Skriva út

Meting av umsóknum 

Allar umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella enskum máli. Vit vilja og stremba eftir, at føroysk gransking skal vera á altjóða stigi. Fyri at røkka hesum máli, er avgerandi støðugt at kunna meta góðskuna á føroyskari gransking upp ímóti altjóða gransking.

Granskingarráðið góðskutryggjar umsóknarviðgerðina, m.a. við eini skipan, har tveir serfrøðingar (peers) óheftir av hvørjum øðrum fáa umsóknirnar til fakliga metingar. Sum oftast biðja vit tveir útlendingar meta hvørja umsókn. Hetta er bæði fyri at fáa onnur eygu á enn okkara egnu og tí at tað ofta eru so fá við nóg neyvum kunnleika til evnið í Føroyum og oftast eru tey tá ógegnig í mun til umsøkjaran. Í onkrum einstøkum føri hava vit ein metara í Føroyum, meðan hin er aðra staðni frá.

Umsóknir, sum lúka formligu krøvini til at søkja stuðul, verða sendar til fakliga meting hjá tveimum óheftum serfrøðingum. Okkurt undantakið verður gjørt, um umsóknin er avmarkað fíggjarliga ella um hon hevur verið mett fyrr. Metararnir fáa saman við umsóknini eitt oyðublað at skriva sína meting á, umframt kunning um krøv og mannagongd, reglur um gegni o.s.fr.

Metingarnar hjá serfrøðingunum viga nógv í viðgerðini av einstøku umsóknunum. Hóast metingarnar eru ein týdningarmikill liður í viðgerðini, eru tær formliga bara vegleiðandi. Tað kunnu vera serlig viðurskifti í Føroyum, sum útlendskir metarar ikki kenna til, sum Granskingarnevndin velur at leggja dent á. Tað er í síðsta enda Granskingarnevndin, sum tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir skulu stuðlast. Granskingarnevndin hittist á fundi í mai at viðgera umsóknirnar.

Avgerðin hjá Granskingarnevndini verður send umsøkjarunum skrivliga so skjótt sum gjørligt ,eftir at avgerð er tikin í málinum. Umsøkjararnir fáa svarið við telduposti. Umsøkjararnir fáa avrit av metinginunum saman við brævinum.

Formligar reglur

Metingarskjal til metingarfólk - Assessment form

Vegleiðing til metingarfólk - Instructions for evaluation

Gegnisreglur - Guidelines on Impartiality