Skriva út

Stuðul til gransking  

Komandi umsóknarfreistin er 17. februar 2014, kl 12.00 føroyska tíð

Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Tað er ein fyrimunur at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í heilt serligum føri.

Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr.

Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum. 

Tað eru uml. 7 mió kr. tøkar til nýggjar verkætlanir.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskinagrráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan 17. februar 2014 kl. 12 føroyska tíð.
Sí nágreinilig krøv her
.