Skriva út
Lagt út: 07.02.2017

Granskingargrunnurin

Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking. 

Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Til ber tí at søkja um stuðul til gransking úr Granskingargrunninum eina ferð um árið. Í mong ár hevur umsóknarfreistin verið 15. februar. 

Les meira um stuðul til gransking í vinstra bredda. 

Lógarverk

Karmarnir um stovnin, uppgávurnar, stuðulskrøv og møguleikar o.a. eru ásettir í løgtingslóg.

Fyrsta lógin um gransking varð samtykt í 1996. Í 2001 varð nýggj lóg samtykt sum stovnsetti Granskingargrunnin sum sjálvstøðugan stovn. Hendan lógin varð broytt í 2006. 

Ll nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking, sum broytt við Ll nr. 33 frá 4. mai 2006

Ll nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við Ll nr. 22 frá 21. apríl 1999 
GG: AVTIKIN