Skriva út
Lagt út: 08.06.2018

Horizon Europe

Hósdagin 7 juni 2018 legði ES kommissiónin fram samlaðu fíggjarætlanina fyri Horizon Europe.

Horizon Europe er nýggja rammuskráin hjá ES fyri árini 2021-2027, har skotið verður upp at nýta 100 mia. evrur til gransking og innovatión.

Rammuskráin byggir á úrslit frá Horizon 2020. Ætlanin er, at ES skal halda fram sum oddalið í altjóða gransking og innovatión.

Fíggjarætlanin verður væntandi endaliga samtykt í 2019, soleiðis at skifti frá Horizon 2020 til Horizon Europe verður so lætt sum møguligt. 

Úr kommissiónini verður víst á, at stóra íløgan í gransking og innovation er ein íløga í framtíðar Evropa.

Samstørv tvørturum landamørk og fakøki verða alsamt ment og hava við sær nýggja vitan og nýggj úrslit spyrjast burturúr. 

Eisini verður European Innovation Council settur á stovn fyri at veita stuðul til slóðbrótandi innovatión. 

Les tíðindabræv her

Les meira um Horizon Europe her og her

Fakta um Horizon Europe kann lesast her

Sólskinssøgur, sum Horizon Eu byggir á, síggjast her

Samrøða við ES Kommisserin, Carlos Moedas í Horizon tíðarritinum kann lesast her