Cluster 2 - Mentan og fevnandi samfelagið

Cluster 2 - Culture, Creativity and Inclusive Society - miðar eftir ES-málunum um at:

• styrkja fólkaræði og økja um borgaraluttøku
• verja og kasta ljós á mentanararv
• lofta og mynda áhaldandi og fjøltáttaðu broytingarnar á sosiala, búskaparliga, tøkniliga og mentanarøkinum
• kalla saman tvørfakliga serkunnleikan innan evropeisk samfelags- og hugvísindi fyri at fáa greiði á grundleggjandi broytingunum í nútíðarsamfelagi, -búskapi, -politikki og -mentan
• veita próvgrundaðar valmøguleikar til politisk stevnumið, ið skulu fremja tað grøna og talgilda skiftið í einum endurreistum, sosialt rættvísum og fevnandi Evropa

Umsóknir til Cluster 2 kunnu sendast til tríggjar ymiskar undirbólkar (destinations):

1) Innovative Research on Democracy and Governance, ella bara DEMOCRACY:
Vitan, dátur og vísindaliga dygdargóð tilmæli til at kveikja nýtt lív í fólkaræðið og bøta um álitið á almennar stovnar, herundir at verja grundleggjandi rættindi og herða ábyrgdarskyldu, gjøgnumskygni, virknisdygd og trúvirði hjá almennum stovnum.

2) Innovative Research on the Europan Cultural Heritage and the Cultural and Creative Industries, ella bara HERITAGE:
Veita atgongd til, kveikja áhuga fyri, verja, styrkja og umvæla mentanararv. Dentur verður lagdur á gransking og nýskapan, ið stuðlar burðardyggum vøkstri og skapar arbeiðspláss innan mentan og skapan.

3) Innovative Research on Social and Economic Transformations, ella bara TRANSFORMATIONS:
Setur sjóneykuna á sosialan, búskaparligan og politiskan ójavna. Miðað verður eftir at stimbra menniskjadygdir og virka fyri eini víðfevndari evropeiskari vakstrarstrategi. Greiði skal fáast á ávirkanum av tøkniligari menning og búskaparligum sínámillum sambondum fyri at skapa sosialt haldføri.

Arbeiðsøkini í Cluster 2 krevja munadygga tvørfakliga gransking innan bæði samfelags- og hugvísindi.

Amboð og vegleiðing til tvørfakliga gransking frá SHAPE-ID verkætlanini síggjast her.

Arbeiðsskrá (work programme) við útboðum til Cluster 2 liggur her.

Kunningarfundur um komandi útboðini verður 18. oktober 2023, sí her.

Tann 19. oktober verður netborin møguleiki at hitta onnur, sum eisini umhugsa luttøku í Cluster 2 umsókn. Les meira her.