Skriva út
Lagt út: 10.05.2017

Sosial- og hugvísindi 

Sosial- og hugvísindi er tvørgangandi í Horizon 2020. Evnini, sum eru málrættaði sosial- og hugvísindum, eru at finna Participant Portal í SC6 - Europe in a changing world - inclusive, innovative and reflective societies. 

European Alliance for Social Sciences and Humanities

European Alliance for Social Sciences and Humanities (EASSH) er felagsskapur, sum er stovnsettur í Paris í 2015. Endamálið er at savna vísinda netverk, felagsskapir, vísindagreinar og universitet, og at virka fyri gransking í sosial- og hugvísindum sum viðkomandi tilfeingi fyri Evropa og heimin.  

EASSH er bindilið millum granskingarstovnar, myndugleikar o.o. 
EASSH ráðgevur í mun til millumtjóða granskingarmøguleikar og Evropeisku granskingarskráirnar.
EASSH setur ljós á møguleikar, har sum sosialvísindi og hugvísindi kunnu geva íkast til samfelagið.  

Á heimasíðuni eru útgávur, hoyringarsvar og annað viðkomandi tilfar um sosial- og hugvísindi. Vitja heimasíðna her 

net4society

NCP netverkið - net4society - hevur góð ráð um sosial- og hugvísindi á heimasíðuni.