Skriva út
Lagt út: 31.10.2017

ICT, KT ella kunningartøkni er tvørgangandi í Horizon 2020 og kann tað geva avbjóðingar, um man ikki júst veit, hvat leitað verður eftir. 

Fyri at lætta um, er gjørd ein vegleiðing, sum gevur skjótt yvirlit yvir møguleikarnar í útboðunum fyri 2018-2020. 

Leiðbeiningin kann takast niður her

NCP tænastan leiðbeinir og veitir ráð í umsóknartilgongdini. Altjóða NCP netverkið IDEAL-IST hevur gjørt faldara, sum vísir, hvat NCP umboðini kunnu hjálpa við.

Tak faldaran niður her

IDEAL-IST hevur amboðskassa á heimasíðuni við framløgum og frágreiðingum um møguleikar og umsóknartilgongdina. Vitja síðuna her

 

Ídnaðartøkni er stórt evni í Horizon 2020. Flestu útboðini liggja undir Key Enabling Technology KET. 

ES kommissiónin hevur givið út bókling Re-finding industry - Defining Industry. Bóklingurin er gjørdur av serfrøðingum eftir áheitan frá Kommiserinum fyri gransking, vísindi og innovation, Carlos Moedas.

Bóklingurin kann takast niður her