Skriva út
Lagt út: 06.02.2018

Í evropeiskum granskingarpolitikki er javnstøða á granskingarstovnum og universitetum ein miðvís ætlan.

Við støði í gongdini higartil verða átøk sett í verk, sum skulu svara trimum málsetningum: javnstøða í vísindayrkinum, javnvág í støðutakanum og at innihaldið í granskingini tekur støðu til kynsspurningar.

Harumframt er ætlanin at kanna og savna inn tilfar um javnstøðu og kynsspurningar í sambandi við vísindayrkini og støðutakanir í hesum høpi, soleiðis at framtíðar javnstøðupolitikkurin kann verða dagførdur.

At enda er ætlanin at hava javnstøðu- og kynsspurningar við í øllum granskingar- og nýskapanar skráum og verkætlanum. Mett verður, at ein bøtt støða á hesum øki vil hava við sær øking í mun til vitan, tøkni og nýskapan og at framleiðslan av vørum og tænastum vil hóska betur til marknaðin.

Tak niður bókling um evnið her