Skriva út
Lagt út: 02.05.2017

IMPACT - ávirkan

Impact ella ávirkan hevur stóran týdning í umsókn til Horizon 2020. Impact er eitt metingarstøði, sum verður nýtt til at samanbera umsóknina við aðrar umsóknir. Størri og størri dentur verður lagdur á Impact.

Í partinum um Impact verður greitt frá tí, sum ætlandi skal koma burturúr verkætlanini. Tað er umráðandi at fyrihalda seg til evni í útboðnum.

Hvør setningur í útboðnum hevur týdning og umsøkjari eigur at vísa á og greiða frá, hvussu komið verður á mál við hvørjum einasta punkti í útboðnum.

Eitt hugskot er at gera ein lista við øllum, sum stendur undir Impact í útboðinum og ein lista við tí, sum ætlanin er at gera í verkætlanini og sum svarar útboðstekstinum. Á tann hátt er lætt hjá teimum, sum skulu meta umsóknina at síggja, um umsóknin hevur fingið alt við. Ger tað lætt fyri lesaran við samanberingum.  

Í partinum um Impact skal umsøkjarin fyrihalda seg til, hvussu úrslit o.a. verða útbreidd, nýtt og almannakunngjørd. Fyrireika eina ítøkilga ætlan, sum verður gjøgnumførd sum partur av verkætlanini. Vís ikki á almenn og generell dømi um, hvussu tað kann gerast. Skriva greitt, hvussu tað verður gjørt í verkætlanini.

Eisini eigur umsøkjarin at fyrihalda seg til hugverksrætt (IPR) og hava Data Management Plan.

Factsheet um Impact