Skriva út
Lagt út: 02.05.2017

Útboð og metingarstøði

Sløgini av útboðum

Øll útboðini síggjast á Participant Portal

Úboðini eru skipað í ymisk sløg. Slagið av útboði er viðkomandi í mun til, hvat stuðul verður veittur til. Tí er hetta tað fyrsta, sum hugt verður eftir og eigur øll umsóknin at verða skrivað í mun til slagið av útboði. 

Coordination & Support Actions (CSA) veita ikki stuðul til beinleiðis gransking, men stuðla øðrum virksemi í einari verkætlan.

Research & Innovation Actions (RIA) veita stuðul til gransking og nýskapan. 

Innovation Actions (IA) veita stuðul til nýskapan og innovation. 

Metingarstøði

Allar umsóknir til Horizon 2020 verða skrivaðar við atliti til metingarstøðini:

Excellence, Impact og Implementation

Umsókninar verða mettar av uttanhýsis metarum, sum hava fakligt innlit í øki, sum søkt verður í.

Umsóknir fáa stig í mun til avrik í hvørjum kriterium. Givið verður upp til 5 stig fyri hvørt kriterium, Excellence, Impact og Implementation. Samtalda stigatalið kann sostatt verða 15 stig. 

Ein gátt verður sett frammanundan, soleiðis at umsóknir, sum hava eitt stigatal omanfyri gáttina, verða mettar stuðulsverdar.

Eisini er upphædd ásett frammanundan, sum avmarkar, hvussu nógvur stuðul kann verða veittur til umsóknir í einum útboði. Av tí at talan er um harða kapping millum nógvar umsóknir, kann ein umsókn fáa høgt stigatal, enntá væl omanfyri ásettu gáttina, uttan at fáa játtað stuðul. 

Seal of Excellence

Seal of Excellence er nýtt og er enn ikki í brúk í øllum Horizon 2020. 

Seal of Excellence er eitt prógv, sum Kommissiónin letur umsøkjara, sum hevur latið inn umsókn, sum hevur fingið so mikið góða meting - nóg høgt stigatal- at var játtan tøk, so hevði umsóknin fingið stuðul. Ætlanin er, at umsøkjarar kunnu nýta hetta prógv t.d. í samband við umsókn um stuðul frá øðrum stuðulsgrunnum.

Umsóknir í Marie Sklodowska-Curie Actions hava í 2017 fingið Seal of Excellence. Talan er um umsóknir í European Fellowship, sum fingu í minsta lagi 85% av samlaða stigatalinum. 

Les meira um Seal of Excellence her