Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Trúnaðaravtala

Tá ið søkt verður um stuðul úr Horizon2020 verða nógvir smálutir upplýstir, harundir ítøkiligar upplýsingar, sum kunnu vera neyðugar at halda loyniligar fyri almenninginum, tí t.d. patent ikki er fingið til vega enn. Tí verða hugverksrættindi viðkomandi longu, tá ið ein umsókn um stuðul verður skrivað og ikki bara eftirfylgjandi, tá ið úrslitini frá verkætlanini skulu nýtast til at menna framleiðslu o.a.

ES viðgerð allar umsóknir í trúnaði, men ein umsókn kann innihalda upplýsingar, sum sjálvt ikki samstarvspartarnir í umsóknini eiga at hava kunnleika til. Í slíkum føri verður mælt til at gera eina trúnaðaravtalu partarnar millum.

Dømi um trúnaðaravtalur (non-disclosure agreements) eru at finna á heimasíðuni iprhelpdesk.eu