Skriva út
Lagt út: 01.01.2023

Sjey mál

Havsins áratíggju fer at geva nýggjar dátur, upplýsingar og vitan, sum eru neyðugar fyri at umskapa havið, vit hava, til havið, vit ynskja okkum. Havsins áratíggju hevur lýst 7 mál ella úrslit, sum skulu vera rokkin í 2030.

Havið, vit ynskja okkum í 2030, er:

1. Eitt reint hav, hvørs dálkingarkeldur eru eyðmerktar og skerdar ella burturbeindar.

2. Eitt sunt og mótstøðuført hav við vistskipanum, sum vit kenna, verja, endurbyggja og umsita.

3. Eitt lønandi hav, sum veitir burðardyggar matvørur og er grundarlag undir einum burðardyggum havbúskapi.

4. Eitt kent hav, sum samfelagið skilir og kann laga seg til so hvørt havumstøðurnar broytast.

5. Eitt trygt hav, hvørs fólk og lívsgrundarlag eru vard fyri vandum úr havinum.

6. Eitt atkomiligt hav við fríari og rættvísari atgongd til dátur, vitan, tøkni og nýskapan.

7. Eitt hugvekjandi og dragandi hav, sum samfelagið kennir og virðismetir sum grundarlag fyri góðum lívskorum og burðardyggari menning.