Skriva út
Lagt út: 22.05.2020

EURAXESS leiðbeinir ferðandi granskarum

EURAXESS er ein evropeisk netverksskipan, sum hevur sum endamál at gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð. EURAXESS kunnar og ráðgevur um øll hugsandi viðurskifti í sambandi við at flyta úr einum landi til annað sum granskari.

EURAXESS hevur tænastudeplar í 43 londum. Granskingarráðið hýsir føroysku EURAXESS tænastuni, ið hevur tænastudeplar á Granskingarráðnum og á Fróðskaparsetrinum og kontaktfólk á øðrum granskingarstovnum. 

Á føroyska EURAXESS portalinum - www.euraxess.fo - eru alskyns viðkomandi upplýsingar fyri granskarar, sum vilja koma til Føroya at granska. Upplýsingar eru m.a. um uppihaldsloyvi, skattaviðurskifti, bústaðarviðurskifti og onnur praktisk viðurskifti. Eisini er lýsing av føroyska granskingarumhvørvinum.

Viðkomandi upplýsingar til føroyskar granskarar, ið vilja fara út í heim at granska, eru bæði á føroyska EURAXESS portalinum og á portalum hjá teimum londum, ið ætlanin er at fara til.

Portalurin hevur túsundtals starvslýsingar frá granskingarstovnum um allan heim. Føroyskir stovnar og virkir kunnu eisini lýsa eftir granskarum á portalinum uttan kostnað.