Skriva út
Lagt út: 13.06.2017

Krøv til verkætlanir

Søkjast kann um stuðul til eina vinnu ph.d.-verkætlan. Tað kann í øðrum lagi eisini søkjast um stuðul til aðra vinnugranskingarverkætlan, sum er á sama fakliga stigi sum ein vinnu ph.d.-verkætlan. Til ber at søkja stuðul til verkætlanir í øllum vinnugreinum.

Tað skulu í minsta lagi vera ein fyritøka og eitt universitet og ein ph.d. studentur í verkætlanini.

Ph.d-studenturin skal i minsta lagi hava tveir vegleiðarar, ein í fyritøkuni og ein á universitetinum. Vegleiðarin í fyritøkuni er vanliga fakligur serfrøðingur í evninum fyri ph.d.-verkætlanin,  meðan vegleiðarin á universitetinum er lektari ella professari á hesum fakøkinum.

 Fyritøkan ella fyritøkurnar

Tað er fyritøkan, sum er høvuðsumsøkjari og sum kemur at hava ábyrgd av verkætlanin. Játtaður stuðul verður rindaður til fyritøkuna at umsita.

Ein ph.d.-verkætlan krevur nakað av fyritøkuni í eitt samanhangandi 3-4 ára tíðarskeið. Tí má fyritøkan fakliga og fíggjarliga kunna lyfta uppgávuna at hýsa og vegleiða ph.d.-studentinum. Tað verður mett um støddina og førleikarnar á fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri. Sum leiðregla væntast, at fyritøkan hevur fleiri enn 5 starvsfólk. Talan kann vera um samtak av fyritøkum, har ein hevur høvuðsábyrgd og setanarmyndugleika.

Fyritøkan skal verða staðsett í Føroyum og vera virkin í Vinnuskránni. Talan kann vera um privata fyritøku ella um alment partafelag, sum ikki fær játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Universitetið

Talan kann verða um innskriving við Fróðskaparsetrið ella við universitet uttanlands. Um innskriving er uttanlands, so er ynskiligt við samstarvi við Fróðskaparsetrið, ein sektorgranskingarstovn ella annan almennan stovn eisini fyri at kjølfesta vitan um evnið í Føroyum.

Ph.d.-studenturin

Ph.d.-studenturin skal í minsta lagi hava kandidatútbúgving frá góðkendum universiteti, gjarna eisini viðkomandi arbeiðsroyndir.

Ph.d.-studenturin skal í verkætlanarskeiðnum verða í starvi í fyritøkuni og skal verða innskrivaður til ph.d.-lestur á universitetinum.  Talan skal vera um fulltíðar lestur í 3 ár ella um 75% lestur í 4 ár. Roknað verður tá við, at ph.d.-studenturin umframt verkætlanina arbeiðir 25% fyri fyritøkuna. Ph.d.-studenturin skal í minsta lagi arbeiða eitt ár í fyritøkuni og eitt ár á universitetinum. Restina av tíðini kann býtast eftir avtalu.  

Stuðul

Fíggjarligi stuðulin kann verða upp til 50% av kostnaðinum av verkætlanini, tó í mesta lagi 1 mill. kr. Almenna fíggingin av verkætlanini kann í mesta lagi verða 50% í alt.

Dømi:

1. Kostar samlaða verkætlanin 1,8 mill. kr., so kann stuðulin úr Granskingargrunninum í mesta lagi verða 900 tkr. Hinar 900 tkr. má fyritøkan ella annar privatur partur fíggja.

2. Kostar samlaða verkætlanin 2,6 mill. kr., so kann stuðulin úr Granskingargrunninum í mesta lagi verða 1 mill. kr. Til ber at søkja um upp til 300 tkr. afturat í almennum stuðli. Hinar 1,3 mill. kr. má fyritøkan ella annar privatur partur fíggja.

Játtaðar verða fastar upphæddir til løn, til rakstur og til gjøld til universitetið. Almenna sáttmálalønin við eftirløn og ymsum gjøldum til eina ph.d.-verkætlan er á leið 1,3 mill. kr. fyri øll trý árini. Játtaðar verða upp til 50% av hesum,  650 tkr. til løn. Upp til 150 tkr. verða játtaðar til rakstur og upp til 200 tkr. til gjøld til universitetið. 

Úrslit

Úrslit frá vinnu ph.d.-verkætlanum eiga at verða nýtt og almannakunngjørd samsvarandi vanligum mannagongdum fyri vinnu ph.d.-verkætlanir. Tað merkir m.a. at tað kann verða gjørd avtala um at afturhalda úrslit, sum hava týdning fyri fyritøkuna.

Lýsing av ítøkiligu ætlanunum fyri nýtslu og almannakunngerð skal gerast í samstarvi milum fyritøkuna og universitetið og skal sendast við umsóknum, sum koma víðari til 2. umsóknarumfar.