Skriva út
Lagt út: 21.06.2017

Vinnugransking

Nú ber til at søkja stuðul til vinnugransking úr serligari skipan. Talan er um eina oyramerkta upphædd á umleið 3 mill. kr., sum kann verða latin til vinnugranskingarverkætlanir.

Peningurin til hesa stuðulsskipan kemur úr Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen. Hetta er grunnur, sum varð stovnaður í 1976 við tí endamáli at stuðla ungum føroyingum til víðari útbúgving innan fiskivinnu. Grunnurin hevur verið óvirkin, síðani virksemið hjá Føroya Fiskasølu steðgaði.

Nevndin fyri grunnin hevur í samskifti við Granskingarráðið nú gjørt av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin. Treytin er, at útlutan av játtan skal verða gjørd við almennum endamáli, føroyskum vinnulívi at gagni, soleiðis sum tað var ásett í upprunaligu viðtøkunum.

Les meira um møguleikar, treytir og umsóknarfreist her.