Skriva út
Lagt út: 07.02.2017

Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.

Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi. Talan er um ogninar úr Eik Vísindagrunninum, sum Granskingargrunnin eftir áheitan hevur yvirtikið í 2015.

Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Við javnlíkameting er at skilja faklig meting eftir viðurkendum akademiskum siðvenjum. Við vísindaverk er at skilja bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn, og greinar í tíðarritum.

Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum átøkum, sum lúka treytirnar í uppruna endamáli grunsins: “at veita fíggjarstuðul til vísindaliga gransking av føroyskum evnum, til fyrireiking og útgávu av vísindaverkum um somu evni og í aðrar mátar stuðla føroyskt vísindastarv”.

Útgávustuðul kann latast til:
- Part av prentkostnaðinum til bøkur og greinasøvn. Stuðul kann í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 25.000 fyri hvørja útgávu.
- Gjald fyri útgávu av grein í Open Access tíðarriti. Stuðul kann í mesta lagi verða kr. 8.000

Stuðul til onnur átøk kann í mesta lagi vera kr. 50.000.

Stuðul verður játtaður sambært umsókn. Umsóknir skulu skrivast  á hetta oyðublaðið og skulu saman við kravdu fylgiskjølunum sendast talgilt til gransking@gransking.fo

Les Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l. her

Les Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l. her

Stuðulsskipanin er í gildi til eingin peningur er eftir á kontuni til útgávu av vísindaverkum o.l.