Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Søk fíggjarligan stuðul til Horizon 2020 umsóknir

Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon 2020 og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum at lata teimum, sum arbeiða ítøkilliga við umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.

Stovnur ella virki kann fáa upp til kr. 35.000 endurgoldnar fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðinum við einari umsókn. Stuðulin verður játtaður eftir umsókn so leingi játtan er tøk. Stuðul verður latin, tá ið fleiri partar luttaka í umsóknini, men stuðul verður ikki latin til einstaklinga umsókn. Neyvari ásetingar um, hvussu stuðul kann fáast og hvussu hann verður umsitin, eru ásettar í reglugerð, sum kann takast niður her

Tak umsóknarblaðið niður her

Hesin partvísi fíggjarligi stuðulin kemur afturat tí ráðgeving, miðling og vegleiðing, sum NCPararnir geva møguligum umsøkjarum.

Hava fólk spurningar í sambandi við umsóknir, ber til at venda sær til Mariu Húsgarð, NCP samskipara á maria@gransking.fo ella á telefon +298 567802.