Skriva út
Lagt út: 06.02.2017

Stuðul til heilsugransking frá avtiknu sjúkrakassunum

Granskingarráðið hevur fingið ábyrgdina av at umsita og útluta tilsamans umleið 28 milliónir kr., ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri fýra árum síðani.

Tá sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdur, endaði eitt kapittul í heilsusøgu Føroya, sum í meira enn eina øld hevði tryggjað føroyingum ókeypis læknaviðgerð og havt sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið og heilsuviðurskiftini hjá tí einstaka føroyinginum.

Fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn í Havn í 1886. Í 1936 vórðu 38 sjúkrakassar í Føroyum.

Tá løgtingið gjørdi av at avtaka sjúkrakassarnar í 2009, vóru 11 sjúkrakassar í landinum, ein fyri hvørt læknadømi.

Í staðin fyri sjúkrakassarnar varð Heilsutrygd sett á stovn at umsita almennu heilsutrygdina.

Skal menna heilsuøkið

Løgtingið gjørdi av, at fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum skuldi koma øllum fólkinum til gagns. Tað skuldi gerast við at lata stuðul til átøk og verkætlanir, ið kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. 

Fæið varð lagt í Sjúkrakassagrunn Føroya, og ein nevnd við umboðum fyri Meginfelag teirra brekaðu, Heilsumálaráðið, Landsfelag Pensjónista, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum og Sjúklingaráðið varð vald at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið skuldi brúkast.

Nevndin gjørdi av, at fæið hjá sjúkrakassunum skuldi lutast út til trý høvuðsøkir. Ein partur skuldi fara til upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir, ið kunnu menna heilsuøkið. Ein annar partur skuldi fara til stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Og ein triði partur skuldi fara til at stuðla menning av gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum.

Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin legði dent á, at atlit skal takast til øll økir í landinum, tá stuðul verður játtaður.

Eisini gjørdi nevndin av, at ein faknevnd skuldi setast at vegleiða og gera tilmæli um, hvussu peningurin skal brúkast.

Skerjir ikki aðrar møguleikar

31. mars 2014 varð fæið hjá sjúkrakassunum handað Granskingarráðnum at umsita í samsvari við leiðreglurnar, ið nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin hevði ásett.

Á einum hátíðarhaldi í Østrøm undirskrivaðu nevndarlimirnir í Sjúkrakassagrunninum og stjórin fyri Granskingarráðið eitt avhendingarskjal, sum gav Granskingarráðnum ábyrgdina av at útluta fæið hjá sjúkrakassunum.

Granskingarráðið hevur drúgvar royndir við at umsita granskingarstuðul, men hetta er fyrstu ferð, at ráðið hevur ábyrgdina av at fyrisita eina stóra serjáttan til eitt ávíst øki. Serjáttanin kemur afturat tí stuðli, sum Granskingarráðið longu veitir til heilsugransking og fer ikki at skerja stuðulsmøguleikarnar úr Granskingargrunninum til heilsuøkið.