Skriva út
Lagt út: 07.02.2017

Ognin í Magnus Heinasonar gøtu 20

Granskingarráðið yvirtók ábyrgdina av bygninginum, ið Havnar Sjúkrakassi átti í Magnus Heinasonar gøtu 20 sum part av fænum í Sjúkrakassagrunninum.

Bygningurin ella tann peningur, sum fekst við at selja hann, skuldi verða bundin til 1. apríl 2019 sum trygd fyri møguligari skuld og skyldur í sambandi við umsiting og útlutan av sjúkrakassafænum.

Tann 1. apríl 2019 skal tann peningaupphædd, sum er tøk, býtast út á tey trý høvuðsøkini í mun til tær upphæddir, sum upprunaliga vórðu býttar út á høvuðsøkini.

Havnar Sjúkrakassi, sum var elsti sjúkrakassi í landinum, bygdi bygningin í Magnus Heinasonargøtu í 1960 og hevði sítt virksemi har, til sjúkrakassin varð niðurlagdur í 2010.

Grundøkið í Magnus Heinasonar gøtu er 171 m2 til víddar. Bygningurin hevur 4 hæddir. Bruttovíddin er 566 m2.

 

Í juni 2017 varð bygningurin seldur við ætlaðum yvirtøkudegi 1. august 2017. Peningurin frá søluni stendur sum álagt bundin til 1. apríl 2019.