Játtanir til høvuðsøki 2

Sjey játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fyrsta játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2014.
Seks játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í øðrum játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 17. desember 2015.
Ein játtan varð latin av høvuðsøki 2 í triðja játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2016.

Heilsa sum sosialt fyribrigdi

Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum.  2014

Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 569.596 kr. til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi.  2014

Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 312.638 kr. til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum. 2015

Marin Strøm frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, 536.736 kr. til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni. 2015

Heilsa sum medisinskt fyribrigdi

Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. kr. til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi. 2014

Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum. 2014

Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum á Landssjúkrahúsinum, 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum. 2014

Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 318.536 kr. til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). 2015

Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 667.421 kr. til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum. 2015

Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 1.217.022 kr. til eina ph.d.verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum. 2015

Hjartasjúkur

Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deildini fyri Náttúru- og heilsuvísind á Fróðskaparsetrinum, 446.200 kr. til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2. 2014

Krabbamein

Noomi O. Gregersen, ph.d. og granskingarleiðari fyri Fargen á Ílegusavninum, 567.000 kr. til verkætlan at kanna, um hvørt tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum. 2016

Sálarfrøðilig heilsa

Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, 1.499.016 mió. kr. til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum. 2014

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá Ílegusavninum, 184.223 kr. til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist. Hetta er framhald av ph.d. verkætlan hennara. 2015