Skriva út

Høvuðsøki 2

Stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum

Granskarar kunnu saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Raðfestu økini eru (nevnd í bókstavarað):
Heilsa sum sosialt fyribrigdi - kanning av sosialum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, og hvussu sosialir trupulleikar, sum fylgja av sjúku, kunnu bøtast. Her kunnu samfelagsviðurskifti og ávirkan á heilsustøðu verða greinað
Heilsa sum medisinskt fyribrigdi - kanning av medisinskum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur
Hjartasjúkur - gransking/ kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, orsakum til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð
Krabbamein- epidemiologiskar kanningar og onnur gransking innan krabbameinsøkið
Sálarfrøðilig heilsa - gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk

Miðast skal eftir at býta avsetta stuðulin nøkulunda javnt millum raðfestu økini.

Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

Fyrsta umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2014.
Onnur umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2015.
Triðja umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 var 1. september 2016, tá bar til at søkja til økini Hjartasjukur og Krabbamein.

Til høvuðsøki 2 vóru 11,8 milliónir kr. tøkar. Knappar 6 mill kr. av hesum vóru játtaðar til verkætlanir í 2014, 3,2 mill. kr í 2015 og 0,6 mill. kr í 2016.

Tað eru góðar 2 mill. kr eftir. Granskingarnevndin ger av, nær lýst verður aftur og til hvørji øki. 

Søk stuðul frá Høvuðsøki 2

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Granskingarnevndin ger av, nær næsta umsóknarfreist verður.

Umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt umsóknarblað og skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo. Les formligu krøvini og vegleiðing her

Mælt verður umsøkjarum til at lesa formligu krøvini og vegleiðingina gjølla og annars at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.