Skriva út
Lagt út: 06.02.2017

Høvuðsøki 1

Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum

Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja.

Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki avmarkaðar til:
• Upplýsandi átøk
• Upplýsandi tilfar
• Serlig tiltøk
• Ráðstevnur
• Smærri kanningarverkætlanir

Kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning, ið kosta millum 50.000 og 400.000 kr., kunnu fáa stuðul. Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Stuðul verður ikki veittur til:
• Vanligan rakstur í felagsskapunum, harundir løn til starvsfólk, og tað, sum felagsskapurin fæst við í sínum dagliga virksemi
• Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð
• Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving
• Uttanlandsferðir hjá bólkum ella einstaklingum
• Útgerð, so sum lyftir og annað
Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

Serligar treytir viðv. kanningarverkætlanum

Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Formlig krøv

Latast kann í mesta lagi kr. 150.000 til upplýsandi átøk, upplýsandi tilfar, serlig tiltøk og ráðstevnur
Latast kann ímillum kr. 50.000 – 400.000 til kanningarverkætlanir.

Verkætlanin kann verða 100% fíggjað úr Sjúkrakassagrunni Føroya.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum.

Ásett er eitt hægsta mark fyri stuðli til summi sløg av útreiðslum, sí útgreining niðanfyri.

Søk stuðul frá Høvuðsøki 1

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo.

Dentur skal leggjast á, hvussu verkætlanin kann verða við til at menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar.  Til høvuðsøki 1 vóru 4 milliónir kr. tøkar. Játtað verður til peningurin er uppi. Yvirlit yvir játtaðar umsóknir sæst í vinstra bredda.

Vegleiðing fæst við at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo ella við at ringja á tel. 567800. 

Útgreining av stuðulsupphæddum til fyrilestrar, skeiðsdagar, ferðing, v.m.

Fyrilestrar og skeið:

Loft er sett fyri stuðli til samsýningar til fyrilestrar og skeið.

• Fyrilestur við eftirfylgjandi spurningum og kjaki (uml. 1½ tíma), kann í mesta lagi vera stuðlaður við 2.500 kr. Er talan um ein heilan dag við eitt nú skeiðsundirvísing, kann stuðulin í mesta lagi vera 4.000 kr. fyri hvønn skeiðshaldara.
• Tað skal tilskilast í umsóknum, á leið hvussu langur hvør fyrilestur er.
• Verður fyrilestur hildin sum natúrligur partur av uppgávunum í almennum starvi, eigur samsýning prinsipielt ikki at vera latin. Heitt verður á umsøkjarar at meta um hetta í umsóknunum.

Ferðing og uppihald:

Loft er sett fyri stuðli til ferða- og uppihaldsútreiðslur til fyrilestrarhaldarar, ið koma úr útlandinum. Slíkur stuðul kann einans latast til fyrilestrar- og skeiðshaldarar, ikki til viðferðandi familju e.l.

• Flogferð FO/DK í mesta lagi 3.000, aðrastaðni frá í mesta lagi 4.000 kr.
• Gisting i Føroyum, í mesta lagi 900 kr. hvørja nátt. Fyri privata gisting kann 250 kr. latast í stuðli. Stuðul kann einans latast til tað tal av gistingum, sum er neyðugt til at luttaka í ætlaða tiltakinum.
• Ferðing í Føroyum í mesta lagi sambært SSL prísum, undantak er tó ferðing til og frá flogvølli, har fastir hýruvognsprísir verða góðtiknir.
• Dagpeningur í mesta lagi sambært galdandi almennum reglum.

Høliskostnaður, kostarhald v.m.:

Loft er sett fyri játtan til hølisleigu, kostarhald v.m. í sambandi við tiltøk og ráðstevnur.

• Miðast skal í størst møguligan mun eftir at brúka egin hølir ella at lána hølir, heldur enn at leiga hølir, til ráðstevnur, fyrilestrar og smærri tiltøk. Um tørvur er á tí, ber til at fáa partvísan stuðul til hølisleigu og kaffi/te til slík tiltøk. Mett verður um prís í hvørjum einstøkum føri.
• Er talan um hálv- ella heildagsskeið við kostarhaldi, er eitt mesta gjald ásett til hølisleigu og kostarhald. Tað er 250 kr. fyri hvønn luttakara til hálvdagsskeið, 350 kr. til heildagsskeið. Slíkar útreiðslur skulu skjalprógvast í umsóknini.
• Verður stuðul latin til kostarhald, kann luttakaragjald ikki krevjast.

Samstarv við almennar stovnar og við fyritøkur:

• Er talan um samstarv millum felag og almennan stovn/privat virki ella starvsfólk á almennum stovni/privatum virki um tiltak, átak ella verkætlan, má leikluturin hjá felagnum hava yvirvág.
• Verkætlanarleiðari og onnur starvsfólk skulu arbeiða fyri felagið í sambandi við verkætlanina.

Staðfest á fundi hjá Faknevndini 4. september 2014