Faknevnd metir um umsóknir

Ein faknevnd við fimm limum skal gera tilmæli í sambandi við umsóknir um stuðul frá sjúkrakassafænum.

Faknevndin tekur støðu til umsóknir á høvuðsøki 1, sum fevna um eina upphædd uppá kr. 100.000 ella meira og ger tilmæli til Granskingarnevndina í sambandi við umsóknir á høvuðsøki 2 og avtalur í høvuðsøki 3.

Granskingarnevndin tekur støðu til umsóknirnar eftir tilmæli frá faknevndini. Tekur granskingarnevndin ikki undir við tilmælinum, skal hon grundgeva fyri hesum og lata faknevndini málið aftur til viðgerðar.

Fyrisitingin í Granskingarráðnum tekur støðu til umsóknir í høvuðsøki 1 undir 100.000 kr. uttan tilmæli frá faknevndini.

Limirnir í faknevndini
Aibritt á Plógv
Erland Viberg Joensen
Mogens Eriksen
Turid Horn
Jaspur Petersen

Varafólk er Sonja J. Jógvansdóttir.

Val av faknevnd 

Granskingarnevndin hevur samsvarandi leiðreglunum tilnevnt limirnar í faknevndini eftir tilmæli frá fyrisiting Granskingarráðsins. Tilmælið byggir á innkomin uppskot um limir frá teimum ráðum og feløgum, sum vóru umboðaði í Sjúkrakassagrunni Føroya. Tey eru Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Landsfelag Pensjónista, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og umboð vegna Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

Granskingarnevndin hevur lagt dent á, at limirnir umboða ymsu partarnar og hava fjøltáttaðar fakligar førleikar. Eisini hevur dentur verið lagdur á, at limirnir samanlagt hava gott innlit í heilsugransking og -menning og strategiska týdningin av menning av heilsuøkinum. Atlit hava eisini verið tikin til, at kynsumboðanin er jøvn. 

Limirnir eru valdir fyri eitt fimm ára skeið og kunnu veljast aftur. Faknevndin skipar seg sjálv við formanni og ger sjálv starvsskipan fyri virksemi sítt. Faknevndin er viðtøkufør, tá minst 3 limir eru møttir á fundi. Limirnir í faknevndini fáa samsýning sambært teimum reglum, sum eru galdandi fyri líknandi nevndir hjá tí almenna.