Skriva út
Lagt út: 25.01.2017

Aðrar stuðulsskipanir

Granskingarráðið umsitur fleiri aðrar stuðulsskipanir enn Granskingargrunnin. Hetta eru skipanir sum á ymsan hátt eru latnar Granskingarráðnum at umsita. 

Hesar skipanir eru í løtuni virknar:

Sjúkrakassagrunnurin

Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin., ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri nøkrum árum síðani.

Til ber at søkja stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Í løtuni ber til at søkja á tveimum økjum: Høvuðsøki 1 og 2. Les meira í vinstra bredda.

Stuðul til vísindaligar útgávur

Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi. 

Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum. 

Les meira í vinstra bredda.

Stuðul til H2020 umsóknir

Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon 2020 og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum at lata teimum, sum arbeiða ítøkilliga við umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.

Les meira í vinstra bredda.

Vinnu ph.d.-gransking

Til ber at søkja stuðul til vinnu phd.- verkætlanir úr skipan, sum er stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevur fingið úr Minningargrunninnum hjá Dánjali Niclasen.

Les meira í vinstra bredda.