|
|
|
|
 |
|
|
Bryggjubakki 12
Postmoga 259
110 Tórshavn
Tel. +298 567800
Fax. +298 306901
gransking gransking.fo
|
|
 |
Teknikapping fyri børn og ung - Tekna ein granskara
Granskingarráðið skipar fyri teknikappingini: ”Tekna ein granskara” frá mars til oktober 2009. Børn frá 1. til og við 8. flokk kunnu hvønn mánað senda inn tekningar, har tey ímynda sær ein granskara til arbeiðis. Saman við tekningini vilja vit fegin hava 1-2 reglur um, hvat granskarin ger ella hvar hann er á myndini. Hetta er ikki eitt krav, men eitt ynski.
Tekningarnar skulu verða á hvítum A4 pappíri ella elektroniskar í A4 stødd, kunnu verða í litum ella svart/hvítar. Navn og aldur skal skrivast týðuliga í niðasta høgra horni. Navn, aldur, bústaður og nakrar reglur um tekningina skulu skrivast á pappír fyri seg, sum saman við tekningini skal sendast til Granskingarráðið antin við telduposti gransking@gransking.fo (myndafílan skal enda við jpg, gif ella png) ella við vanligum brævi til Granskingarráðið, Postrúm 259, 110 Tórshavn.
Vitjandi á heimasíðuni kunnu atkvøða fyri innkomnu tekningunum, sum verða lagdar á heimasíðuna, tá mánaðarfreistin er úti. Latnar verða virðislønir til nr. 1, 2 og 3. Vinningarnir eru bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.
Í november velur ein dómsnevnd tríggjar tær bestu tekningarnar millum allar innkomnu tekningarnar, uttan mun til, hvør hevur vunnið mánaðarkappingarnar. Í dómsnevndini sita umboð fyri Granskingarráðið og listafólk. Høvuðsvinningarnir eru: Nr. 1 – Dell telda frá City, virðið uml. kr 5.000, nr. 2 og 3 – fartelefon frá Vodafone, virðið hvør uml. kr. 2.500
Endamálið við at fyriskipa kappingina er at kveikja áhugan millum børn og ung fyri gransking og útbúgving innan vísindi. Við at leggja allar tekningar á heimasíðuna vóna vit, at allir luttakarar, vinfólk teirra, foreldur, lærarar og onnur avvarðandi fáa høvi at síggja tekningarnar og fáa íblástur og hugskot til nýggjar tekningar ella prát um vísindi.
Kappingin er skipað við íblástri úr Noregi, har www.nysgjerrigper.no hevði líknandi kapping fyri 3 árum síðani.
Les meira um:
Kappingarreglur
Vinningar og stuðlar
Fyriskiparan og ábyrgd
Upphavsrætt og persónsvernd
Tak plakat niður her
|
|
 |
|
 |
 |
|
|
|
|
|
|
|
|