Logo
Leita

Granskingarráðið

Bryggjubakki 12
Postmoga 259
110 Tórshavn
Tel. +298 567800
Fax. +298 306901
granskinggransking.fo
Samstarv millum Føroyagrunnin og Granskingarráðið
Føroyagrunnurin frá 1971 og Granskingarráðið hava samstarvsavtalu um umsiting av stuðli til ph.d. verkætlanir innan fiskivinnu. Avtalan varð undirskrivað 28. apríl 2006 og kann lesast her.

Eitt av endamálunum hjá Føroyagrunninum er at lata stuðul til lesandi innan fiskivinnu, og framyvir fer grunnurin at lata hendan stuðul til ph.d verkætlanir. Roknað verður við, at grunnurin fíggjar eina nýggja ph.d. verkætlan um árið.

Av tí at upphæddin, sum Føroyagrunnurin hevur tøka til hetta endamál, er lítil, heldur nevndin í grunninum tað ikki verða rætt, at grunnurin átekur sær at lýsa eftir og viðgera umsóknirnar fakliga, men heldur at brúka teir førleikar, sum Granskingarráðið hevur innan hetta økið.

Granskingarráðið fær nógvar umsóknir um stuðul til ph.d. verkætlanir, men hevur ikki møguleika fyri at veita fígging til allar skikkaðar umsóknir. Samstarvsavtalan snýr seg í høvuðsheitinum um, at Granskingarráðið boðar Føroyagrunninum frá ph.d verkætlanum, sum lúka formligu krøvini hjá ráðnum og snúgva seg um fiskivinnu. Síðani viðgerð nevndin í Føroyagrunninum hesar verkætlanir og tekur avgerð um, hvør fær játtað stuðul úr grunninum.  Granskingarráðið skrivar sáttmála við játtanarmóttakaran og hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini.

Higartil hevur Føroyagrunnurin játtað stuðul til 3 verkætlanir, sum Granskingarráðið umsitur:

How food availablity and feeding in cod influences spatial distribution, recruitment, production and fishery at Faroe Islands
Petur Steingrund, verkætlanarleiðari. Verkætlanin vardi frá 1. september 2006 til 31. november 2007.

Mining of Ship Operation Data for Energy Conservation
Jóan Petur Petersen, Ph.D. lesandi við DTU, arbeiðsstaður Decision3. Verkætlanarskeið 1. september 2008 - 31. august 2011.

Góðskuoptimering av trolfiski
Helgi Nolsøe, verkætlanarleiðari, Høgni Arnbjarnarson Ph.D. lesandi. Verkætlanarskeið 1. januar 2009 - 31. desember 2012
Navn
T-postur
Tilmelda
 
 
  
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita