Logo
Leita

Granskingarráðið

Bryggjubakki 12
Postmoga 259
110 Tórshavn
Tel. +298 567800
Fax. +298 306901
granskinggransking.fo
20. januar 2010
Europeisk orkuráðstevna

Í døgunum 20. til 23. apríl verður ein spennandi orkuráðstevna í Barcelona, Spania.

Europeiska orkuráðstevnan (The European Energy Conference) miðar ímóti at fremja samstarv, og harvið eggja samskifti og synergi innan eitt nú alisfrøði og evnafrøði, fyri at stuðla tøknini og verkfrøðini í at møta átrokandi tørvinum á tryggum, umhvørvis tolandi og burðardyggum orkuskipanum.

Evnini á ráðstevna fevna um evnafrøði, alisfrøði og tað, sum á enskum verður rópt ‘material sciences’ í mun til orkutøkni.

Ráðstevnan verður stuðlað av European Science Foundation, European Materials Research Society, European Association for Chemical and Molecular Societies and the European Physical Society.

Les meir um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá stevnuni og í hesum faldara.

Fleiri tíðindi
Navn
T-postur
Tilmelda
 
 
  
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir - Innrita