Umsiting og sáttmáli Ein sáttmáli skal undirskrivast millum móttakaran og Granskingarráðið, har treytir fyri stuðlinum eru ásettar. Um týðandi broytingar henda í mun til uppruna ætlanina, skal verða boðað Granskingarráðnum frá, áðrenn farið verður at nýta av játtanini við hesum broyttu fortreytum. Tey, sum fáa játtað stuðul, hava skyldu til at boða Granskingarráðnum frá, nær tey fara undir verkætlanina og hvagar peningurin skal flytast.
Peningurin verður goldin út einaferð um árið, fyrstu ferð tá verkætlanin byrjar.
15% av játtanini verður afturhildin til endalig uppgerð og frágreiðing er móttikin. Fyri Ph.D. verkætlanir, har játtanin fevnir um fleiri útgjaldingar, er hetta bert galdandi fyri útgjaldið seinasta árið.
Sáttmáli á føroyskum Sáttmáli á enskum
Uppgerð og frágreiðing Um verkætlanin fevnir um fleiri ár, er tað m.a. skylda hjá stuðulsmóttakarum at lata inn ársuppgerð og ávgis frágreiðing um gongdina í verkætlanini. Endalig uppgerð og frágreiðing skal latast inn í seinasta lagi 3 mánaðir eftir at verkætlanin er liðug.
Heinta oyðublað til ársuppgerð og ávegis frágreiðing
Heinta oyðublað til endaliga uppgerð og frágreiðing